Trivnaðarkanning av ungdóminum í Havn

Vála oman niðan Áarvegin, tónleikur, forelskilsi, klandur og skúlating. Ja, mangar eru myndirnar av ungdóminum í Havn, men hvussu trívist hann og hvørjir dreymar hevur hann?

Trivnaðarkanning

Mánadagin 31. januar fáa allir næmingar í framhaldsdeildunum í Havn teldubræv frá Tórshavnar Kommunu, har heitt verður á teir, um at taka lut í stórari spurnarkanning av trivnaðinum hjá ungdóminum í kommununi.

Spurningarnir, sum settir verða í kanningini, snúgva seg um alt frá dansiviðurskiftum til lummapening. Harumframt er orðið eisini frítt, og næmingarnir fáa høvi at greiða frá, hvat teir høvdu gjørt fyri børn og ung, um teir sluppu at ráða í Tórshavnar Kommunu.

Tað forkunnuga við kanningini er, at hon einans er teldutøk, og at allir spurningar verða svaraðir á eini heimasíðu, sum er gjørd til endamálið. Hvør einstakur næmingur fær eitt loynital, sum skal brúkast fyri at fáa atgongd til síðuna. Fyrimunurin við teldutøku kanningini eru nógvir. T.d. skulu úrslitini av kanningini ikki tastast inn á eitt telduforrit, men kunnu verða nýtt beinanvegin. Eisini verður roknað við, at tað er lættari og hóvligari hjá næmingunum at svara spurningunum online enn við penn og papír.

Í samráð við skúlaleiðslurnar er avgerð tikin um, at næmingarnir kunnu nýta teldurnar á skúlunum til endamálið, tí ikki allir næmingar hava atgongd til teldu og Internet heimanífrá.

Tað er ein arbeiðsbólkur undir Mentamáladeildini hjá Tórshavnar Kommunu, sum hevur sett kanningina í verk, í sambandi við, at bólkurin er í fer við at skriva eitt álit um børn og ung í Havn.

Vónandi fer kanningin at geva eitt innlit í trivnaðin hjá ungdóminum, og nøkur hugskot til politisk tiltøk næstu árini.

Afturfyri ómakin verður lutakast millum flokkarnar, sum luttaka í kanningini, har vinningurin verður eitt hugnakvøld fyri flokkin við bowling og pizza.

Seinasta freist at svara spurningunum er 18. februar 2005.