Tríggir leikarar hjá Víkingi hava longt um sín sáttmála. Teir eru Heðin Hansen, Hanus Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus. Leikararnir hava longt ávíkavist tvey og eitt ár um sáttmála sín.
Heðin Hansen og Hanus Jacobsen hava longt um sáttmála sín í tvey ár. Heðin Hansen er miðvallari og 22 ára gamal, meðan Hanus Jacobsen vanliga ger um seg á vinstra bakki. Hann er 30 ára gamal.
Hans Jørgen Djurhuus er nakað eldri enn hinir báðir leikararnir, og hevur hann longt eitt ár um sáttmála sín. Hans Jørgen Djurhuus er kendur sum ein hartspælandi, defensivur miðvallari. Hans Jørgen er 36 ára gamal.