Statsrikna russiska tíðindastovan, Ria Novosti, verður í dag endurgivin fyri at siga, at tveir bretar og ein marokanari nú eru dømdir til deyða í Donetsk.
Hermenninir hava stríðst fyri Ukraina imóti russiska hersetingarvaldinum.
Tað eru myndugleikarnir í Donetsk-regiónini í Ukraina, sum samstarva við russisku herdeildirnar, ið hava dømt teir tríggjar hermenninar til deyða.
Sambært Ria Novosti hava hermenninir viðgingið at hava viðvirkað til at taka regiónina við valdi, og nú verða teir sambært russisku tíðindastovuni helst skotnir.
Hvørki dómstólurin, sum hevur dømt menninar - ella Donetsk-regiónin - eru altjóða viðurkend. Donetsk er partur av Ukraina, men hevur verið stýrt av fólki, sum eru russiskt sinnað síðan 2014.
Teir tveir bretarnir, sum nú eru dømdir, hava áður sagt, at teir stríddust saman við ukrainska herinum í Mariupol, og at teir soleiðis eiga somu verju sum krígsfangar sambært Genéve-sáttmálanum.