Eitt smáflogfar av slagnum Extra EA-400, sum fór á flog av Samedan-flogvøllinum í Sveis, datt niður seinnapartin í gjár.
Sambært www.dr.dk skuldi flogfarið flúgva úr Sveis til Danmarkar, men datt niður bert tveir minuttir eftir, at tað var farið á flog.
Vanlukkan hendi seinnapartin í gjár, og løgreglan í Sveis sigur, at eldur kom í flogfarið.
Sambært donskum miðlum lótu tríggir danskir ríkisborgarar lív í flogvanlukkuni.
Sagt verður, at flogfarið kom til Sveis úr Danmark hin 13. mars og skuldi á ferðini í gjár flúgva heimaftur til Roskilde, tá vanlukkan hendi.
Fyribils er ikki greitt, hvør orsøkin er til, at smáflogfarið datt niður.