Seinnapartin í gjár hendi eitt ógvusligt óhapp á Toftum. Løgreglan sigur, at óhappið hendi á einum krossvegi ímillum ein landsveg og ein bygdarveg. Tey vita ikki, hví óhappið hendi, men fyribils er metingin, at tað er ein av bilununum, sum ikki hava hildið sína víkiskyldu. Hinvegin hava tey onga meting um, hví tríggir bilar eru uppi í óhappinun.
Men løgreglan sigur, at tveir av bilunum fóru so illa, at teir ikki fingu koyrt frá staðnum. Eitt fólk varð flutt á Landssjúkrahúsið, men talan er ikki um álvarsligan skaða, sigur løgreglan.
Tey siga, at í dag, og hesar næstu dagarnar, fara tey at avhoyra fólk fyri at fáa greiði á, hví óhappið hendi, og so verður støða tikin til, hvat skal henda við málinum.