Triathlon landsliðið til OyL úttikið

Føroya Triathlon Felag skipaði leygardagin fyri úttøkukapping til Oyggjaleikirnar á Isle of Man komandi summar. Veðrið var ikki av tí besta, men hetta foraði ikki føroysku triathletunum at gjøgnumføra drúgva teinin.

 


Triathlon er ein ítróttargrein í er samansett av trimum greinum ? svimjing, súkkling og renning. Kappast verður í fleiri teinum ? Sprint Triathlon, OL-teinurin og Ironman. Tann kendasti er helst Ironman, sum eisini er tann harðasti. Her skal svimjast 4 km, súkkla 180 km og renna 42 km. OL-teinurin er fýra ferðir styttri og Sprint-teinurin átta ferðir styttri.

Triathlon verður við fyri fyrstu ferð í Oyggjaleika høpi, og tí er eitt triathlon felag sett á stovn. Felagið eitur Føroya Triathlon Felag og felagið skipaði leygardagin fyri úttøkukapping til Oyggjaleikirnar á Isle of Man komandi summar.

Á Isle of Man verður kappast í OL-teininum, ið er hesin samansettur av 1,5 km svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning.

Úttøkukappingin varð hildin í Havn, og svomið varð í Svimjihøllini í Gundadali. Luttakararnir skuldu har svimja 1500 metrar, og síðani skunda sær út á súkkluna. Leiðin gekk ímóti Kaldbak og súkklast skuldi nú 40 km. Vindurin var nógvur, tað regnaði og kølið var eisini. Hetta órógvaði triathletarnar og var eisini við til at gera teinin enn harðari. Súkklan bleiv parkerað við Plantusøluna og so varð farið undir renningina. Teinurin gekk frá Plantusøluni til nýggja bygningin hjá Føroya Sparikassa Yviri við Strond og aftur til Plantusøluna. Hesin teinur er fimm kilometrar og skuldi tí rennast tvær ferðir.

Ongin kravtíð er sett til føroysku triathletarnar eftirsum kappast ikki hevur verið í hesari ítróttargrein á Oyggjaleikum fyrr, og eftirsum veðrið ikki var av tí besta, ja so ber heldur ikki til at samanbera við tíðir frá øðrum kappingum, hvørki her heima ella uttanlanda.

Fýra mans og ein kvinna skulu mannað føroyska landsliðið, og hesi gjørdust:


Navn Tíð

Gunnar Dahl-Olsen 2.30.50

Evald Rasmussen 2.34.04

Beinir Rasmussen 2.39.07

Kári Simonsen 2.59.26



Helga Mikkelsen 3.30.50



Eli Christiansen 2.46.01