Triðja hvør sushi matstova snýtir

Sambært danska blaðnum BT snýtir triðja hvør matstova í Danmark, sum selir sushi. Blaðið skrivar, at matstovur selja "fuppfisk", sum tikið verður til og siga, at hetta er krabbafiskur.

Á matkortinum stendur, at tað, sum viðskiftafólk fáa, er reint krabbakjøt, men kanningar, sum gjørdar eru, vísa, at tríggjar av 10 sushi-matstovum snýta.

Matstovurnar selja eisini "rullur" við rogni frá sílum og siga, at hetta eru laksarogn.

Tað er donsk matvøruumsiting, sum hevur avdúkað hetta fuppnummarið hjá donskum sushi matstovum.

- Næstan triðja hvør matstova brúkar aðrar rávørur enn tær, sum standa á matkortinum, og tað er ikki í lagi, sigur danska Matvørueftirlitið.