Triðingurin arbeiðir ikki fulla tíð

Umleið ein triðingur av teimum 15-74 ára gomlu, sum hava arbeiði, arbeiða vanliga færri enn 35 tímar um vikuna. Og helmingurin av kvinnunum arbeiða parttíð, sigur Hagstovan Síðani 2005 hevur Hagstovan á hvørjum ári í november mánað gjørt eina arbeiðsmarknaðarkanning, har uppgjørt verður, hvussu stór tann føroyska arbeiðsfjøldin er, og hvussu hon er samansett. Lutfalsliga nógv arbeiða minni enn fulla tíð.

Tølini frá arbeiðsmarknaðakanningini í november 2007 vísa, at metstórur partur av fólkinum er á arbeiðsmarknaðinum og at mestsum øll av teimum hava arbeiði.

Men tað eru bert niðurlendingar, sum arbeiða meira parttíð enn føroyingar. Tí samstundis sum nógvir føroyingar eru á arbeiðsmarknaðinum, er eisini ein rættiliga stórur partur, sum ikki arbeiðir fulla tíð. 32 prosent, ella umleið ein triðingur av teimum15-74 ára gomlu, sum hava arbeiði, arbeiða vanliga færri enn 35 tímar um vikuna. Men tað er stórur munur á mannfólki og konufólki. 18 prosent ella umleið fimta hvørt mannfólk arbeiðir minni enn fulla tíð, meðan 49 prosent ella nærum annað hvørt konufólk arbeiðir parttíð.

Bera vit saman við onnur lond, síggja vit, at tað bert eru niðurlendingar, sum arbeiða meira parttíð enn føroyingar. Vit leggja eisini til merkis, at íslendingar, ið eins og føroyingar hava ein stóran part av fólkinum í arbeiðsmarknaðinum, í nógv størri mun enn føroyingar arbeiða fulla tíð. Av Norðurlondunum er tað Finnland, ið hevur fæst parttíðararbeiðandi.