Síðan 2005 hava Casper Christensen og Frank Hvam fingið alt kongaríkið at flent í kíki eftir pínligu gerandisstøðunum hjá teimum í skemtisendirøðini, Klovn. Tað er higartil blivið til sjey sesongir og tveir filmar, og triðið Klovn filmurin í røðini er nú á veg.
Í gjár legði Casper Christensen eina mynd út á Instagram av einum nýggjum Klovn-leikriti undirskrivað av Casper Christensen og Frank Hvam. Teksturin til myndina er “God dag på jobbet”.
Á myndini av leikritinum stendur “Klovn Happyland”, sum ivaleyst verður heitið til filmin. Vit vita ikki, hvat Klovn Happyland kemur at snúgva seg, men stutt áðrenn jól fingu høvuðspersónarnir og leikstjórin, Mikkel Nørgaard, stuðul frá Det Danske Filmsinstitut til filmin, sum eftir ætlan skal hava frumsýning 23. januar 2020.