Triði danin við føroyska stýris­vølin

Seinnapartin í dag fara Lars Olsen og FSF at kunna um, hvussu tað fer at síggjast í gerandisdegnum, at Føroyar hava fingið nýggjan landsliðsvenjara – ein venjara sum fýra ferðir hevur spælt ímóti føroyska landsliðnum

Tað verður Lars Olsen, sum fer at sita við stýrisvølin, tá ið fót­bólts­landsliðið skal royna seg í HM undan­kappingini, sum sjøtil verður settur á næsta ár.
Síðani Føroyar í 1990 fyri fyrstu ferð royndu seg í altjóða undan­kapping hava fimm venjarar havt ábyrgdina av liðnum. Tveir teirra eru danir: Allan Simonsen og Henrik Larsen. Og í dag verð­ur sátt­máli undirskrivaður við triðja fyrrverandi danska lands­liðs­spæl­aran, sum skal hava ábyrgdina av Føroyum í altjóða fótbólti.
Tá ið FSF samráddist við Brian Kerr um samstarv, var ein annar venjari í finaluni um at fáa starvið, um tað ber til at siga tað soleiðis. Tað var Flemming Serritslev. Hann hevði royndir sum hjálparvenjari á danska landsliðnum og sum venjari hjá danska U-21 landsliðnum. Tey, sum talaðu fyri danska venjar­anum, vístu á, at Flemming Serritslev – umframt at vera venjari í donskum feløgum og á lands­lið­num – hevði nógvar royndir sum lærari í venjaraútbúgving og í eftir­út­búgving av venjarum. Hildið varð at hetta fór at vera gagnligt, tí ætl­anin var, at tað skuldi vera gott sam­band millum a-landsliðið og yngru landsliðini.
Flemming Serritslev varð ikki valdur, og nú er hann tekniskur stjóri í iranska felagnum Sanat Mes Kerman FC.
Í staðin varð Brian Kerr úr Írlandi 6. apríl 2009 útnevndur ábyrgdar­maður fyri landsliðnum. Tá ið tað í oktober varð greitt, at FSF og Brian Kerr ikki kundu semjast um treytirnar fyri fram­haldandi samstarvi, gjørdi Fót­bólts­sambandið skjótt av. Samráðingar vóru við Lars Olsen, og í gjár varð boðað frá, at sáttmáli verður undir­skrivaður seinnapartin ídag.
Spælararnir siga, at teimum dámdu væl Brian Kerr. Fíggjarligar orsøkir vórðu sagdar at vera fyri, at tað ikki eydnaðist FSF og Brian Kerr at semjast um treytirnar fyri nýggjum sáttmála. Men tað er eis­ini ein veruleiki, at konseptið við tøttum samstarvi millum feløgini, felags­venjararnar, venjararnar hjá yngru landsliðunum og Brian Kerr ikki riggaði soleiðis, sum FSF hevði vónað.
Nú verður aftur roynt við donskum venjara. Og sum tað skilst á út­søgnunum frá teimum í FSF, so hevur tað talt í samráðingunum við nýggja venjaran, at hann verð­ur mettur at vera skikkaður til sam­starvið, sum tað higartil hevur verið millum lítið og einki at sæð til, tá ið aðrir útlendingar hava havt ábyrgd­ina av landsliðnum.
Við øðrum orðum fer á tíðinda­fundinum í dag at verða kunnað um, hvussu tað verður farið til verka, tá ið Lars Olsen og venjararnir hjá yngru landsliðunum og í feløgunum skulu samstarva.

Nógvar royndir
Tað er ein danskur venjari við nógvum royndum, sum nú fer at hava ábyrgdina av føroyska lands­liðnum.
Á Kyndilsmessu, 2. februar, fór hann um tey fimmti. Hann var stýrimaður í verjuni og liðformaður á Brøndby liðnum, sum síðst í áttati árunum og fyrst í níti árunum var nógv tað besta liðið í donskum fótbólti. Við Morten Olsen við róðrið og eitt nú Peter Schmeichel, Kim Vilfort, Marc Rieper, John Faxe Jensen, Kim Christofte, Bent Turbo Christensen, Bjarne Jensen og Ole Bjur á liðnum var um reppið, at Brøndby spældi seg í UEFA Cup finaluna. Tað var besta úrslitið, sum nakað danskt lið inn til tá hevði rokkið.
Seinni var Lars Olsen yrkis­spælari í Trabzonspor, RFC Saraing og FC Basel.
Tindurin í fótbóltslívinum hjá nýggja FSF venjaranum var, tá ið hann var liðformaður á danska lands­liðnum, sum vann EM í 1992. Enda­spælið var í Svøríki, og tað var púra óvæntað, at danska liðið við Richard Møller Nielsen á beinkinum og við Lars Olsen sum sera gløggum stýri­manni skuldi vinna EM.
Lars Olsen var ársins spælari í Danmark í 1988, og hann skoraði fýra mál í 86 landsdystum.
Sum venjari syrgdi nýggi lands­liðsvenjarin fyri, at Randers FC í 2006 flutti upp í bestu deildina, og at liðið sama árið vann steypa­kappingina. Hetta árið varð hann kosin ársins venjari í Danmark. Pílurin vendi beint uppeftir, og í 2007 avanseraði Lars Olsen at verða venjari hjá OB í Odense. Fyrsta árið endaði OB á fjórða plássi, og tvey tey næstu árini vann felagið silvurmerkini.
Og so vendi pílurin hin vegin. Í september í fjør fekk Lars Olsen sekkin í OB. Síðani hevur hann verið arbeiðsleysur, og nú verður setn­ingurin hjá honum at vera við til at flyta føroyskan fótbólt longri fram á leiðini.

Lars og Føroyar
Fýra ferðir hevur Lars Olsen spælt ímóti føroyska fótbólts­lands­lið­num.
Fyrsti dysturin var venjingar­dystur í Brøndby, har Páll Guðlaugsson og hansara menn í august 1990 løgdu rygg til 6-0 tap. Hetta var stutt undan minniliga dyst­inum ímóti Eysturríki í Lands­krona, og eftir henda lúsingin ímóti Lars Olsen og hansara monn­um vóru tey mong, sum ristu við høvdinum, tí tey mettu tað óða­manna­verk, at Føroyar skuldu lut­taka í EM undankappingini.
Eftir 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona 12. september 1990, vóru Danmark og Lars Olsen næsta av­bjóð­ingin. Saman við AaB venj­ar­anum Kent Nielsen og Kim Vilfort, sum framvegis er í Brøndby, mannaði Lars Olsen donsku verj­una. Frammanfyri 38.500 áskoð­arum eydnaðist tað Dan­mark 10. oktober 1990 at vinna 4-1. Mun­urin á liðunum var Michael Laudrup, sum skoraði tvey mál, og sum var við í uppspælinum til hini bæði. Før­oyska málið skoraði Allan Mørkøre, sum miðskeiðis í 1. hálv­leiki javnaði til 1-1.
25. september 1991 sóu 2.589 áskoðarar Lars Olsen og Danmark vinna 4-0 á Føroyum í Landskrona.
Fjórði og síðsti dysturin hjá nýggja landsliðsvenjaranum ímóti Føroyum var á Svangaskarði 22. apríl 1992. Talan var um fyrireiking til fyrstu undankappingardystirnar yvir­høvur á Svangaskarði, sum seinni hetta várið vóru ímóti Belgia (0-3) og Kypros (0-2). Morten Olsen var venjari hjá Brøndby, sum var í kreppu, men kortini megnaðu Lars Olsen og liðfelagarnir at vinna 3-2. Jan Allan Müller skoraði bæði tey føroysku málini, og Morten Olsen var ikki blíður. Hóast liðið hjá honum á ongan hátt var sann­førandi, so var hann serliga rísin inn á føroysku spælararnar, sum hann helt vóru vandamiklir, tá ið teir royndu at takla.
Í dag verður samstarvssáttmálin millum Føroyar og Lars Olsen undir­skrivaður, og harvið er helm­ingurin av venjarunum, síðani før­oyski altjóða limaskapurin í 1988 var veruleiki, úr Danmark.