Sum avleiðing av negativu rentuni hjá Tjóðbankanum fer Spar Nord nú at innføra negativar innánsrentur.
Spar Nord ger sum aðrir danskir bankar og setir í gildi negativar innlánsrentur fyri bæði privat- og vinnukundar.
Hesum boðar bankin frá í tíðindaskrivi í morgun.
Sambært bankanum verður broytingin framd sum avleiðing av, at Tjóðbankin fyri stuttum hevur lækkað rentuna til minus 0,75 prosent – tað lægsta nakrantíð.
Tað merkir, at tað kostar hjá vanligum bankum at hava yvirskotspening – sum kemur frá uppsparingum hjá privatkundum og vinnukundum – standandi í Tjóðbankanum.
– Broytingin merkir, at rentan á vinnuinnlánum lækkar til minus 0,75 prosent, skrivar Spar Nord í tíðindaskrivinum og heldur fram:
– Samstundis setir bankin í gildi negativar rentur á privatøkinum, so innlán yvir 750.000 krónur framyvir verða rentað við minus 0,75 prosentum, skrivar Ritzau.
Frammanundan hava Jyske Bank og Sydbank sett í gildi negativar rentur hjá fleiri kundum.
Í Føroyum hava BankNordik og Suðuroyar Sparikassi sett í gildi negativar rentur fyri innlán hjá vinnukundum. Enn hevur eingin føroyskur peningastovnur sett í gildi negativa innlánsrentu fyri privatkundar.











