- Vit tosa ikki akkurát um tað sama. Men samanumtikið eru vit kanska ikki so ósamd.
Stjórin í Dátueftirlitinum hevur onki ímóti, at stjórar í ávísum førum kanna teldupost og teldunýtslu hjá starvsfólkum.
Men hon staðfestir framvegis, at tað kann ikki gerast uttan víðari, tí tað skulu heilt ávísar fortreytir verða uppfyltar.
Seinastu dagarnar hava vit í Sosialinum roynt at víst á, hvønn rætt arbeiðsgevarar hava til at eftirkanna nýtsluna hjá starvsfólki av teldu, telduposti og telefon.
Niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum er, at tað skulu heilt serligar góðar orsøkir til at kanna teldunýtsluni hjá Starvsfólki.
- Ein vanligur illgruni um, at starvsfólk brúka teldupost, internet og telefon til privata nýtslu í arbeiðstíðini, er tað ikki nóg mikið hjá einum arbeiðsgevara til at eftirkanna teldunýtsluna hjá starvsfólkunum, tí tað er at gera seg inn á privatlívið.
Hetta fekk arbeiðsgevararnar at gera vart við seg og Vinnuhúsið fer nú at biðja um fund við Dátueftirlitið fyri at fáa fulla greiði á, hvat er galdandi á økinum.
Vinnuhúsið heldur, at tað er sjálvsagt, at stjórar sleppa inn á telduna hjá starvsfólki. Eru starvsfólk í feriu ella sjúk, kann tað vera neyðugt at fara inn á telduna hjá teimum, fyri ikki at missa viðskiftafólk.
- Tað er ikki akkurát hetta, sum vit tosa um. Dátueftirlitið og Vinnuhúsið eru kanska ikki so ósamd kortini, tí sjálvandi kunnu arbeiðsgevarar kanna telduna hjá einum starvsfólki fyri ikki at missa ein ordra, sigur Ingunn Eiriksdóttir.
- Men starvsfólk eiga at fáa at vita frammanundan, at tað kann henda, at tað verður neyðugt at lesa teldupost hjá teimum
Stjórin í Dátueftirlitinum sigur, at tað er eisini rætt, at tað er ílagi at alt samskifti verður goymt á einum servara og at øll nýtsla verður loggað av trygdarávum og fyri at kunna endurskapast.
- Tað, sum Vinnuhúsið tosar um, er tann vanliga trygdarloggingin, sum vit eisini halda er ílagi.
Men hon sigur, at tað, sum hon hevur gjørt vart við, er, at uttan víðari er tað ikki loyvt at hava eftirlit við, hvat hvørt einstakt starvsfólk fæst við á inernetinum og hvat samskifti tey hava við teldubrøvum.
- Tað er eisini hetta, sum mannarættindadómurin frá apríl í ár, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir.
Hon heldur sostatt, at tað er neyðugt, at skilja ímillum alment eftirlit við talgilda streyminum til og av eini fyritøku og so til at hava eftirlit við, hvat hvørt einstakt starvsfólk fæst við, tí í teimum førinum er eisini neyðugt at einstøku starvsfólkini hava eina verju.
Greiður politikkur
Hon sigur, at hyggjuráðini eru, at allar fyritøkur fáa sær ein greiðan politikk á økinum, so tá ið fólk verða sett í starv, fáa tey greitt at vita, hvat er loyvt og ikki í sambandi við nýtslu av teldu, telduposti og telefonnýtslu.
- Tað er alt avgerðandi, hvat fólk fáa at vita, hvat tey kunnu loyva sær og ikki.
Og undir serligum umstøðum er tað eisini loyvt at eftirkanna um reglarnar verða hildnar.
- Men starvsfólk skulu hava boð um tað frammanundan. Og grundirnar fyri at gera tað, skulu vera góðar. Og tað er altso ikki nóg mikið bara at hava illgruna um eina ávísa ovurnýtslu ella nýtslu til privat endamál.
Talan skal altíð verða um skipað eftirlit av tí, sum starvsfólkið er kunnað um frammanundan
Og er talan um at eftirkanna telefonnýtsluna, skal loyvi altíð fáast til tað frá Dátueftirlitinum, sigur Ingunn Eiriksdóttir.
Og at lesa privat teldubrøv er altíð ólógligt, tí tað er fevnt av reglunum í revsilógini um brævloynd.
- Sostatt ber ikki til at skera alt yvir ein kamb, tí tað er neyðugt at meta um støðuna í hvørjum einstøkum føri, sigur Ingunn Eiriksdóttir.
Hon vísir eisini á, at elektroniska samskiftið er so nýtt, at tað hevur eisini týdning at fáa nakrar siðvenjur á økinum.
Kunning alt at siga fyri uppsøgn
Í sambandi við rættin hjá arbeiðsgevarum at eftirkannað teldusamskifti hjá einstøkum starvsfólkum, hevur Dátueftirlitið víst okkum á tveir dómar, sum siga eitt sindur um støðuna
Fyrri dómurin er frá Eystara Landsrætti, har ein kvinna, sum arbeiddi í einum fløgu- og videofyritøku varð søgd úr starvi, tí hon hevði sent og fingið teldupost við seksuellum innihaldi og við niðrandi umrøðu av fyritøkuni. Hon hevði eisini vitjað eina fúla heimasíðu.
Men niðurstøðan hjá rættinum var, at uppsøgnin var ólóglig, tí fyritøkan hevði ongan greiðan politikk um teldubrævasamskifti og internetnýtsluna hjá starvsfólkinum í arbeiðstíðini.
Hetta kostaði fyritøku yvir 200.000 krónur í løn í uppsagnartíðini, sakarmálskostnaði og endurgjaldi.
Í einum øðrum føri viðgjørdi landsrætturin eitt mál, har ein starvsfólk varð sagt upp fyri at hava sent rasistiskt skemt til nakrar starvsfelagar. Í hesum føri var uppsøgnin ílagi, tí hetta var í stríði við orðaða KT politikkin hjá virkinum.
Hesi bæði dømini vísa, hvussu avgerðandi týdning tað hevur, at fyritøkur hava ein orðaðan KT politikk sum setir greiðar reglar fyri teldunýtsluni hjá starvsfólki.