Treyt, at allir borgarar fáa somu sømdir!

Vagnur Johannesen, Býráðslimur fyri Fólkaflokkin
------------------------

Støðan við barnaansingini í Kollafirði er alt annað enn nøktandi.
Barnagarðarnir Millum Bóla, og við Botnánna vóru fyribilsloysnir sum blivu varandi.
Tíðin er fyri langt síðani farin frá hesum stovnum, har annar er arbeiðsbarakk, ætlað at húsa arbeiðssjakkum í stutt tíðarbil, og so verða burturbeind.

Hvørgin bygningurin er hóskandi til tíðarinnar krøv og trivnað. Eru slettis ikki bygdir til endamálið.

Meðan kommunan hevur lagt dent á at byggja, høvuðsumvæla og modernisera samsvarandi bygningar í Havn, hevur býráðsmeirilutin bara pjøssað uppá stovnarnar í Kollafirði. Sjónligt er, at børn og borgarar í bygdini slettis ikki hava sama prioritet sum aðrir borgarar í kommununi.
Her má vend koma í.

Nýggj raðfesting
Tað má vera sjálvsagt, at kommunan stingur út í kortið arbeiðið at gera ein nýggjan og tíðarhóskandi stovn sum skal húsa vøggustovu, barnagarði, og frítíðarskúla.
Tað er eitt krav frá kollfirðingum, at henda bygging verður raðfest fremst í komandi valskeiði.
Hetta kann bara ein nýggjur meiriluti í Tórshavnar Kommunu tryggja. Á fíggjarætlani fyri 2013 hjá verandi meiriluta í hjá Tórshavnar kommunu, er ikki eitt oyra sett av til hesa raðfesting.
Tí er hetta ein av fremstu uppgávunum hjá komandi býráði at fáa gjøgnumført.
Tað vil eg vera garantur fyri í komandi býráðssetu.