Trepca 89 er stórur favorittur

Tú fært nógvar ferðir pengarnar aftur, um tú í kvøld spælir uppá Víking at vinna í Champions League kappingini

Víkingur spælir í kvøld seinna dystin í fyrsta undanumfarinum av Champions League kappingini, tá teir spæla í Kosovo móti Trepca 89.

 

Víkingur hevur undan dystinum betri kort á hondini enn heimaliðið, tí Víkingur vann í fyrru uppgerðini 2-1 heima í Føroyum.

 

Tá var talan um uppibornan sigur til Víking, tí hóast mótstøðuliðið hevði bóltin meira enn Víkingur í tí dystinum, gjørdist tað ongantíð serliga vandamikið tá Trepca 89 var í álopsstøðu. Tí skuldi Víkingur havt ein rímiliga góðan møguleika fyri at vunnið seg víðari í kvøld.

 

Men veddingarfyritøkurnar trúgva ikki nógv uppá Víking í kvøld. So mikið lítið, at ein sigur til Víking gevur heili sjey ferðir pengarnar aftur á síðuni hjá DanskeSpil.

 

Sambært veddingarfyritøkunum er Trepca 89 ein risa favorittur til dystin í kvøld, tí ein sigur til meistaraliðið frá Kosovo, gevur bara 1,38 ferðir pengarnar aftur. Javnleikur gevur 4,70 ferðir pengarnar aftur.

 

Dysturin millum Trepca 89 og Víking byrjar í kvøld klokkan 17:00, og Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum.