Hvussu stórar inntøkur hevur landskassin av vektgjaldi og tolli av bilum, umframt av skrásetingargjaldi, og avgjaldi á bensini og diesel. Og hvussu stórur partur av hesum inntøkum, verður brúkur til at bøta um vegakervið, og at byggja tað út?
Tað er spurningurin, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú skal svara upp á. Tað er Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum vil hava hann at leggja tølini á borðið.
Tinglimir hava ofta víst á, at av øllum inntøkunum í sambandi við innflutning av bilum, og í sambandi við koyring, er tað bara ein brotpartur, sum verður brúktur til at halda vegakervið fyri og til at byggja tað út fyri.
Og Heðin Mortensen vil nú hava at vita, um landsstýrismaðurin heldur at tað er rætt og rímiligt, at ikki allar inntøkurnar verða brúktar aftur upp á vegakervið.
Og at enda, skal Jørgen Niclasen greiða frá, um nakrar broytingar eru á veg, so at samsvar verður ímillum inntøkurnar og útreiðslurnar hjá tí almenna á hesum øki.
Heðin Mortensen vísir á, at vit hoyra javnan, at ov lítið av pengum verður sett av til at halda vegakervið og at gera neyðugu ábøturnar. Tí eru vegirnir illa farnir, og óhóskandi til ferðsluna, sum er nú á døgum.
– Vegir, sum eru gjørdir í eini aðrari tíð, og undir øðrum umstøðum, hóska ikki til ferðsluna, er nú, sigur løgtingsmaðurin.
Men samstundis hoyrist, at landskassin hevur stórar inntøkur av teimum bilum, sum eru í landinum, tí allir bileigarar rinda vegskatt, umframt at tollur, skrásetingargjald, og annað, verður goldið av bilunum, tá ið teir verða innfluttir.
Samstundis er avgjald lagt á bensin og diesel og sostatt hevur landskassin støðugar inntøkur av bilum, bæði, tá ið teir verða fluttir inn, og eftir, at teir eru fluttir inn.
Samstundis standa stórar íløgur fyri framman, eins og talan er um, at Landið skal yvirtaka Vágatunnilin og Norðoyatunlunum, tí tunnilsgjaldið skal burtur.
– Umframt at tað longu er nóg ringt hjá Landsverki at fáa neyðugu játtanina til landsvegirnar, økist talið á bilum alsamt, so trýstið á veganetið veksur í stórum.
– Vónandi kann landsstýrismaðurin taka neyðug stig til at fáa javnvág ímillum inntøkur og útreiðslur landskassans av bilaferðsluni, tí annars er vandi fyri, at mismunur verður gjørdur á teimum, ið hava bil, og teimum, ið ikki hava bil, sigur Heðin Mortensen.