Tað er greiður samanhangur ímillum, hvussu illa ung fólk roykja og, hvussu nógvan ítrótt tey íðka.
Tað vísir ein nýggj føroysk, íslendsk kanning, sum akkurát er almannakunngjørd.
Firouz Gaini á Fróðskaparsetrinum og Jón Sigfússon, á lærda háskúlanum í Reykjavík, hava kanna viðurskifti hjá teimum ungu í Føroyum og í Íslandi.
Í hesum sambandi vóru drekkivanar, roykivanar, ítróttarvanar og onnur viðurskifti hjá ungdóminum í báðum londunum kannað og síðani eru samanberingar gjørdar ímillum støðuna hjá teimum ungu í Íslandi og í Føroyum.
Í Sosialinum mikudagin vístu vit á, at føroyskur ungdómur bæði roykjur og drekkur munandi verri enn javnaldrarnir í Íslandi.
Íslendingar hava kannað ungdómsviðurskfti hvørt ár síðani 1992. Men teir hava eisini miðvíst brúkt granskingarúrslitini til at leggja sín ungdómspolitikk til rættis.
Úrslitið av tí er, at seinastu 15 árini hevur íslendski ungdómurin í stóran mun lagt keðiligar óvanar við sigarettum og rúsdrekka, á hyllina, og hevur fingið sær sunnari og betri vanar ístaðin.
Roykja minni
Eitt úrslit av kanningini vísir, at ítróttur og annað frítíðarvirksemi hevur serstakliga góða ávírkan á atferðina hjá ungum fólki.
Kanningin vísir, at tess virknari, tey ungu eru í ymsum frítíðarvirksemi, tess minni roykja tey.
Men talan skal vera um skipað frítíðarvirksemi.
- Virksemi ella spæl, har einstaklingar fara við einum bólti at sparka eina løtu, ella okkurt annað, vísir seg ikki at hava ávirkan, sigur Firouz Gaini.
Kanningin vísir, at 12,5% av dreingjunum, sum roykja dagliga, siga, at teir at kalla slett ikki íðka ítrótt.
Hinvegin siga 10,4 av dreingjunum sum roykja dagliga, siga, at teir íðka ítrótt upp til tríggjar ferðir um vikuna.
Harafturímóti siga bara 4% av dreingjunum, sum roykja, at teir íðka ítrótt minst fýra ferðir um vikuna.
Hjá gentunum er myndin upp aftur greiðari.
Heili 24,9% av gentunum, sum roykja dagliga, siga, at tær íðka næstan ikki ítrótt yvirhøvur.
Harafturímóti siga 9,9% av gentunum, at tær íðka ítrótt upp ímóti tríggjar ferðir um vikuna og bara 3,5% siga, at tær íðka ítrótt minst fýra ferðir um vikuna.
Íslendingar nógv virknari
Annars vísir kanningin, at ungdómurin í Íslandi er nógv virknari í skipaðum undirhalds- ella frítíðarvirksemi enn føroyski ungdómurin er.
Í hesum sambandi siga 47% av íslendsku dreingjunum, at teir eru við í skipaðum undirhalds- ella frítíðarvirksemi minst eina ferð um vikuna.
Men bara 24% av føroysku dreingjunum siga tað sama.
Hinvegin siga 49% av íslendsku gentunum, at tær eru við í skipaðum undirhalds- ella frítíðarvirksemi minst eina ferð um vikuna og tað gera 30% av føroysku gentunum eisini.
Kanningin vísir eisini, at yvirhøvur er íslendski ungdómurin er væl raskari enn føroyskur ungdómur at vera við í ítróttarkappingum og venjingum bæði av tí lættara slagnum og har tað er meiri kropsliga krevjandi.
Somuleiðis vísir kanningin, at seinastu 12 árini hevur gongdin í Íslandi verið, at fleiri og ung íðka ítrótt.
Kanningin vísir, at í 2000 vóru tað 23% av teimum ungu í 9. Flokki í Íslandi, sum íðkaði ítrótt minst fýra ferðir um vikuna, men nú er talið komið upp á 42%.