Ítróttarhøllin á Kambsdali dagførd

- Umframt at hava fingið nýtt gólv, er øll útgerðin til eitt nú badminton, flogbólt og bandarnir nýggir.

Ítróttarhøllin á Kambsdali hevur verið stongd í eina tíð, tí nýtt gólv er lagt á.

 

Tað er Virklund Sport A/S ið er veitari og hevur lagt gólvið á, og Petur Larsen hevur gjørt stálgáttir og avslutningar um innhurðar og úthurðar.

 

- Umframt, at nýtt gólv er lagt á, er øll útgerðin til eitt nú badminton, flogbólt og bandarnir nýggir, og nýggja útgerðin er munandi lættari at flyta og montera. 

 

Heimasíðan hjá Fuglafjarðar kommunu veit at siga, at í nøkur ár hevur verið arbeitt við umvælingum á høllina, har takið er skift, ventilatiónsskipanin er dagførd, og suður síðan er umvæld.

 

Ítróttarhøllin á Kambsdali letur uppaftur hin 1. august í ár.