Á veitsluna fara tey einstøku ítróttarfeløgini at velja sítt ársins ítróttarfólk, og eisini fer Magni Poulsen at skipa fyri undirhaldi undir borðhaldinum. Eftir borðhaldið spæla Showmenn til dans.
Skipað var á fyrsta sinni fyri slíkum ítróttargalla í Runavík í fjør, og tað eydnaðist stak væl.