Mikukvøldið 12. oktober klokkan 19 verður tiltakið »Trý stríð, ið kloyvdu tjóðina - fiskimarkið, fullveldi & fiskivinnan«, har tríggir aktuellir rithøvundar greiða frá trimum háaktuellum evnum.
Tiltakið er ókeypis.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og rithøvundur, hevur við bókini »2000 - tá Føroyar skuldu loysa« lyft lokið á eitt tað mest spennandi - og inn til víðari mest loyniliga - mál í føroyskum politikki. Sjúrður fer afturum leiktjøldini og politiska retorikkin og greiðir frá, hvat veruliga fór fram undir fullveldisætlanini.
Í ár eru 40 ár liðin, síðan løgtingið samtykti at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar - og nógv er hent síðan tá. Hanus Samró, rithøvundur, hevur við bókini »Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF« lýst eitt lítið umrøtt tíðarskeið, sum hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar. Við støði í bókini »Stríðið um makrelin«, ið Hanus Samró gav út í 2015, verður farið inn í kjarnan á mest kontroversiella málinum, tá Føroyar fóru í stríð við stórveldini um nógvu makrelmilliardirnar.
Óli Samró, búskaparfrøðingur og fiskivinnuráðgevi, hevur skrivað bókina »Fiskiskapur - fjølbroyttar ásetingar,« har hann lýsir, hvussu fiskiskapurin kring heimin verður umsitin. Við støði í nógv umtalaða tilmælinum frá fiskivinnunýskipanarbólkinum fer Óli at gjøgnumganga álitið og seta tað í mun til, hvussu hini londini í heiminum skipa sín fiskiskap.
Tiltakið verður á søgu- og samfelagsdeildini mikukvøldið 12. oktober kl.19.00, og fyrireikararnir heilsa, at øll eru vælkomin.