Tráspyr løgmann um vina- og kenningapolitikk

Tingmaður vil hava at vita frá løgmanni grundgevingar fyri allar nevndarsetanir, sum landsstýrisfólk og løgmaður hava staðið fyri síðani løgtingsvalið

Fyrsta mál á tingfundinum í morgin er atkvøðugreiðsla um ein skrivligan fyrispuring frá Høgna Hoydal til løgmann. Løgtingsmaðurin vil hava løgmann at greiða frá øllum valum av nevndum, sum landsstýrisfólk og løgmaður hava valt síðani løgtingsvalið.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hvørjar limir í fastar nevndir, ráð, stýri og grunnar (almennar nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg og almenn partafeløg v.m.), hava løgmaður og tey einstøku landsstýrisfólkini sett síðan løgtingsvalið 2019 (Biðið verður um yvirlit fyri hvørt einstakt landsstýrisfólk og løgmann við nøvnum, starvi, starvsroyndum, royndum/útbúgving, onnur størv í nevndum og ráðum v.m.)?

2. Hvørjar limir hava løgmaður og tey einstøku landsstýrisfólkini skift/ikki valt aftur, síðan løgtingsvalið 2019?

3. Hvør er sakliga grundgevingin í hvørjum einstøkum føri fyri hvønn persón, ið landsstýrisfólkini/løgmaður hava valt og fyri ikki at velja teir limir, ið hava sitið.

4. Hvør fyrisitingarlig viðgerð og skjalfesting av valinum er farin fram í hvørjum einstøkum vali og frávali, og hvør hevur í hvørjum einstøkum føri tilmælt at velja teir ávísu limirnarnar ella frávelja teir, ið ikki fingu afturval?

5. Hvørjir og hvussu nógvir av teimum limum, ið landsstýrisfólkini/løgmaðurhavavalt síðan løgtingsvalið 2019, hava sitið á tingi fyri flokkin, ið ávísa landsstýrisfólkið/løgmaður umboðar?

6. Hvør hevur í fyrisitingarligu viðgerðini skotið upp og tilmælt teir limir, ið hava sitið á tingi fyri flokkin hjá landsstýrisfólkinum/løgmanni?

7. Er tað hent áður, at eitt landsstýrisfólk hevur valt fyrrverandi tinglimir úr egnum flokki í nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg ella almenn partafeløg –og um so er, hvørjar?

Í viðmerkingum til spurningin vísir Høgni Hoydal á, at landsstýrisfólkini og løgmaður umsita eina røð av nevndum, ráðum, stýrum og grunnum, umframt almennu partafeløgini. Í tí sambandi velja tey limirnar í nógvar av hesum nevndum, ráðum, stýrum, grunnum og ikki minst í almennum partafeløgum, ið umsita stór virði og týdningarmiklar uppgávur í landinum.

– Í summum førum er ásett, at nevndarlimir verða innstillaðir av ymsum øðrum pørtum. Í øðrum førum eru ikki lógarásetingar ella aðrar reglur um mannagongdirnar fyri at velja limir. Greitt er tó, at sum minsta mark skulu allar fyrisitingarligar avgerðir vera sakligar, grundgivnar og skjalfestar, vísir løgtingsmaðurin á. Og hann heldur fram:

– M. a. í koronutíðini hevur spyrjarin heft seg við, at útskiftingar og val av limum í nevndum, ráðum, partafeløgum og almennum partafeløgum eru farin fram. Men ongin viðgerð ella grundgeving fyri hesum hevur verið at sæð í almenna rúminum. Spyrjarin hevur áður sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum og løgmanni fyrispurningar eftir §52 a í Tingskipanini, men í hvørgum føri eru spurningarnir svaraðir.

– Løgmaður hevur eftirlit við, at landsstýrisfólk fyrisita á fullgóðan hátt. Til tess at fáa allar upplýsingar og skjalfestar grundgevingar fram um hetta, verður fyrispurningurin settur løgmanni, sigur Høgni Hoydal.