Trý ára fongsul fyri bumbuhóttan

Bretin James Glen varð í dag dømdur trý ára fongsul, tí hann boðaði frá, at ein bumba var í einum flogfari, sum var á veg úr Miðeystri til Bretlands. Flogfarið var á veg úr Sameindu Arabisku Emiratunum til London tann 24. januar. Í rættinum viðgekk hann, at hann hevði boðað frá bumbuni, sjálvt um eingin bumba var í flogfarinum.

Tann falska bumbuhóttanin fekk bretsku myndugleikarnar at senda tvær tyrlur at fylgja flogfarinum, sum setti seg á Stansted-flogvøllin ístaðin fyri á Heathrow-flogvøllin, sum tað skuldi eftir ferðaætlanini. Í rættinum kom fram, at bumbuhóttanin hevði elvt til stóran ótta millum ferðafólk, manning og onnur.

178 fólk vóru í flogfarinum, sum felagið Etihad Airlines átti.

Tað gjørdi ikki støðuna betur, at hóttanin var sama dag, sum 35 fólk doyðu í einum sjálvmorðsálopi á Domodedovo-flogvøllinum í Moskva.