List
Hóast at kalla hvør einasta vinnugrein og serstakliga tey sjálvstøðugu vinnureikandi víða um lond kæra seg um fíggjarkreppuna, hevur Tróndur Patursson ikki kent sviðan av henni enn. Tær uppgávurnar, sum hevur hevur nú, eru yvirhøvur bílagdar uppgávur, sum hann fekk, áðrenn kreppan tók seg upp, men at tað gongur ímóti øðrum tíðum, er hann ikki í iva um. Tað eru heldur viðurskiftini uttanlands enn viðurskiftini í Føroyum, sum ávirka arbeiði hansara, tí tær flestu uppgávurnar og serliga tær við glasi eru uttan fyri Føroyar.
Tá Rás2 hitti hann umborð á Norrønu herfyri, hevði hann verið í Danmark og arbeitt við tveimum uppgávum. Onnur er eitt verk til ein skúla í Vejle, og hitt er eitt verk til ein skúla í Odder. Í báðum førum er talan um glas. Herumframt hevur hann arbeitt á einum glasverkstaði, har hann hevur arbeitt upp á eitt verk til mentanarhúsið Det røde tårn í Slagelse, og tað verkið bleiv avdúkað í sambandi við eina framsýning, sum lat upp har fyri fjúrtan døgum síðani..
Men tað eru ikki bara føroyingar og danir, sum hava áhuga fyri glaslistini hjá Tróndi. Um stutta tíð skal hann til London, har hann skal arbeiða saman við tí heimskenda glaslistamanninum Danny. Hetta er ikki fyrstu ferð, at teir báðir hava framsýning. Eitt nú framsýndu teir saman á heystframsýningini í Norðurlandahúsinum fyri tveimum árum síðani. Í London skulu Tróndur og Danny fyrireika eina framsýning, sum teir so skulu hava saman við enn einum kendum enskum glaslistamanni. Framsýningin byrjar í London, og verður seinni sett upp aðrastaðni.
Úr Gøtu til Beijing
Tey seinastu nógvu árini hevur Tróndur Patursson evnað ein hóp av stórum og smáum listarverkum, og hann hevur ilt við at taka nakað fram um hini, tá hann verður spurdur, hvat er tað størsta listaverkið, sum hann hevur latið úr hondum.
-Tá eg gjørdi SMS, helt eg, at tað bleiv lívsverkið. So kom Gøtu kirkja, og tá helt eg, at tað bleiv í hvussu er tað verkið, sum bleiv nakað serligt, tí her fekk eg óvanliga góða tíð til arbeiðið. Tað er greitt, at altartalvan í Gøtu er eitt høvuðsverk, men so kom parkeringshúsið í Vejle, sum er eitt glastorn upp á 300 fermetrar, og tað er kanska enn meiri serligt enn hini verkini og í hvussu er tað mest nútíðarliga. So havi eg eisini havt eitt rættiliga stórt arbeiði í Randers, har eg havi prýtt bygningin hjá einum sparikassa. Hetta arbeiðið verður í eftirtíðini mítt privata savn við umleið 20 málningum, umleið 30 gløs umframt nøkur stór glasverk við ljósi aftanfyri, og tað er nakað heilt serligt.
Kinesarar kenna eisini Trónd Patursson. Fyri tveimum árum síðani var hann íí Kina og gjørdi eina stansmynd til heimsins størsta standmyndasavn. Ætlanin var, at hann skuldi gera eina glasmynd tá, men har var einki glasverkstað, sum hann kundi gera myndina á, so tað bleiv av ongum. Men ætlanin er ikki slept, tí kinesararnir vilja hava listamannin úr Kirkjubø at gera myndina kortini, og umframt hana hevur hann eina avtalu um at hava eina framsýning í Beijing.
Týskland hevur eisini áhuga fyri føroyska glaslistamanninum. Haðani hevur Tróndur fingið bræv frá einum glasverkstaði, sum vil hava hann hagar at arbeiða í sambandi við eina uppgávu, sum tey hava fingið.
-Í dag havi eg so nógv standandi í Danmark og aðrastaðni í Norðurlondum, at avbjóðingin liggur aðrastaðni í heiminum, og tá má eg so fara undir nú.
Sjóferðirnar
Tað var ikki fyri at gera nakað roysni, at Tróndur Petursson fór ta kendu ferðina við fremmandum ævintýrarum við skipinum Brendan og ferðina á flaka tvørtur um Kyrrahavið. Ørindini hjá Tróndi vóru at uppliva havið, sum tað er, og at brúka tess megi og fyri at koma inn í sjálvt andalagið, sum er í havalduni. Royndirnar frá hesum ferðum hevur Tróndur so brúkt í sínari list seinni, og serliga kemur hetta til sjóndar í arbeiðinum við glasi, og tað hevur sína orsøk, sigur hann:
-Glasið er tað, sum best kann endurgeva náttúrukreftirnar og tað kosmiska ljósið. Og so er tað tann blái liturin. Leonardo sigur, at ultramarinin hevur bæði mystikkin og megina, sum er í havinum og dýpinum, samtíðis sum hon hevur ta kosmisku hæddina, sum himmalhválvið hevur.
Men Tróndur undirmetir ikki ta ávirkan, sum tíðin saman við Tim Severin og hinum ævintýrarunum umborð á Brendan og flakanum hevur havt.
-Tað hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri meg. At standa upp undir knæ í sjógvi í tríggjar mánaðir við 6.000 metra dýpi undir tær og himmalhválvinum yvir tær er ein serlig kensla. Tú ert leysur av øllum heiminum. Tað eru bara tú og havið ella tú og náttúran.
Konteynarin
-Men hevur tú ein dreym um at sleppa at gera eitt heilt serligt listaverk - eitt slag av tínum egna minnisvarða?
-Ingálvur av Reyni segði í einari samrøðu, at ein veit ongantíð, nær ein hevur gjørt tað verkið, sum ein hevði sett sær fyri sum sítt lívsverk. Soleiðis er tað. Man kann siga, at tað verk, sum ein listamaður ger, er tað, sum hann hevur upplivað í sínum lívi. Sjálvandi mennist man alt lívið, so tey síðstu listaverkini eru sjálvandi tey bestu.
Tá Poul Michelsen var borgarstjóri í Havn, tosaðu hann og Tróndur um at seta eina glasmynd úti við Skinnarasker. Hetta skuldi vera ein lívssúla úr bláum glasi, sum fólk kundu ganga upp ígjøgnum. Ætlanin varð av ongum, men hana droymir Tróndur framvegis um sum sítt lívsverk. Eitt annað hugskot er ein frælsissúla í Kirkjubø til minnis til Jóannes Patursson. Eisini hon kundi verið hansara lívsverk.
Tróndur er tó ikki í iva um, at hansara mest sermerkta listaverk er tann ofta umrøddi konteynarin, sum sambært listamanninum sjálvum var tann fyrsti í heiminum av sínum slagi. Konteynarin hevði eisini sín serliga uppruna. Hann bleiv gjørdur stutt eftir ferðina á Kyrrahavinum, og hugskotið kom eisini haðani.
-Sum listaverk er konteynarin ikki stílbundin á nakran hátt og tískil tíðarleysur, so tey, sum fara inn í hann um túsund ár, fáa sama upplivilsi sum tey, ið fara inn í hann í dag, sigur Tróndur.
Tørvur á listaskúla
Tróndur Patursson er stoltur av at vera føroyingur, men at vera partur av føroysku listini kann hann ikki brúka til nakað sum helst, sigur hann. Tann listamaður, sum tekur sína list í álvara, noyðist at vera partur av alheimslistini, og tann, sum ikki torir at hyggja í eyguni á Picasso, skal fáa sær okkurt annað at gera. Tað ber ikki til at halda seg til føroyska list. Ein má hyggja at umheiminum og taka lut í honum, tí annars verður tað bara eitt slag av bygdamentan í alheimshøpi.
-Í Føroyum og kanska Danmark við halda vit, at føroysk list er nakað serligt. Tað er hon kanska eisini, men tað ber ikki út í heim, sigur Tróndur Patursson.
Hann væntar sær nógv av teimum listafólkunum, sum útbúgva seg, tí tað verða tey, sum fara at leggja leiðina hjá føroyskari list í framtíðini, og sum fara at bera føroysku kistina longri út í heim. Men tað týdningarmesta nú er at geva listafólkunum so góðar umstøður í Føroyum sum gjørligt, heldur hann. Her vantar nógv. Eitt nú eru eingi atelier, sum listafólk kunnu leiga seg inn í, framsýningarhølini kundi verið fleiri, og so kundu vit havt ein forskúla ella listaháskúla, sum skuldi givið ungum lsitafólkum eitt spark í afturpartin út í heimin.
Tróndur heldur ikki, at stuðulin til føroyska list verður rætt umsitin. Eftir hansara tykki fer stuðulin í ov nógvar partar. Tað rætta hevði verið, at tey, sum veruliga arbeiða við list, og sum hava brúk fyri stuðuli, fingu hann.
Gongur egnar leiðir
Tróndur Patursson vil ikki átaka sær leiklutin sum tann síðhærdi, skeggvaksni villmaðurin, sum býr í einum rekahúsum í Kirkjubø. Satt at siga hevur hann ongantíð skilt, at fólk hava ta lýsingina av honum. Men tíðindafólk fáa í hvussu er ein part av skyldini.
-Í veruleikanum hava sjóferðirnar volt mær fleiri trupulleikar, tí tá tíðindafólk hava skrivað um mínar framsýningar, so hava tey altíð gjørt mest burtur úr sjóferðunum. At eg eisini eri listamaður hava tey bara nevnt sum eina fótnotu. Men eg haldi, at tað er betur nú.
Hann dugir tó væl at skilja, at fólk halda hann vera øðrvísi enn onnur, tí hann er ikki nakar vanligur 65 ára gamal føroyingur. Men tað er við vilja.
-Skalt tú fram og røkka tínum, mást tú ganga leysur av hinum og leysur av tíðini. Eg kundi sjálvandi fylgt við streyminum, men tað er einki mál í sjálvum sær.
__________________________________________________________________
Flytur atelierið við Norrønu
Fyri ein ferðandi listamann sum Trónd Patursson hevur sjóvegis sambandið millum Føroyar og umheimin sera stóran týdning. At senda glasverk við bingjum heldur hann ikki vera ta bestu og tryggastu loysnina, og tí hevur hann verkini í sínum stóra bili, sum hann kann flyta aftur og fram við Norrønu. Hann er fegin um, at tað eydnaðist at varðveita Norrønu á føroyskum hondum við almennari hjálp, men vónar, at tað ikki gerst neyðugt aftur. Hann fegnast eisini um, at skipið siglir til Esbjerg, tí tað er høgligari, um ein skal víðari til Týsklands ella Bretlands.
-Men tað undrar meg, at man ikki tekur Skotland við, tí tað er ikki heilt rætt, at vit føroyingar altíð skulu til Danmarkar fyrst, um vit skulu út í heim. So tað hevði verið gott, um ferðaætlanin bleiv broytt.