Í dag fara Trølla Pætur og omman at undirhalda í skúlanum á Ziskastrøð, har tey skipa fyri jólahugna. Jólini nærkast í hvørjum, og leygardagin skipa næmingar í Klaksvík fyri jólahugna í Skúlanum á Ziskatrøð. Jólahugnin verður í skúlanum frá klokkan 11 til 16, og umfarmt jólacafé verður mangt og hvat á skránni.
Trølla Pætur og villa Omma hansara fara at undirhalda børnunum, og tá plagar at verða lív í.
Kendir lokalir tónleikarar fara at spæla live. Rógvi Jakobsen, sum er við á nýggju fløguni hjá Kulum Rótum, og annars hevur spælt nógv alment seinnu árini, fer at spæla nakrar sangir. Hans Hjalti Skaale, sum í nógv ár hevur spælt vísutónleik og tættir, fer eisini at syngja og spæla, og bólkurin K.A.B.S, ið er mannaður við ungum tónleikarum, verður eisini við.