Trølla Omman biður um hjálp !

   

Tey børn, sum vilja vera við í Trølla Pætur filminum, sum kemur út til jóla, kunnu møta upp á bryggjuni í Havn mánadagin tann 29.09. kl. 13.00.
Í hesum døgum verða seinastu upptøkurnar gjørdar til nýggja Trølla Pætur filmin, sum kemur út til jóla í ár. Filmurin endar við einum stórum braki á Havnarvág, og í tí sambandinum biður Trølla Omman um hjálp frá øllum børnunum í Tórshavn.
Í filminum hevur Leika-Mafian stolið allar leikur frá børnum og leikahandlum í Føroyum, men Trølla Pætur, Trølla Omman og Erling- og Jógvan politistar, eru so mikið ófør, at tey niðurbinda Mafiuna í Mafialandi, og skipað soleiðis fyri, at allar leikurnar koma aftur til Føroya í øllum góðum.
Mánadagin 29. september, t.v.s nú komandi mánadag, verða myndirnar tiknar, har trøllini og politistarnir koma siglandi inn eftir Havnavág í einum vøkrum báti, sum tey hava fingið frá CIA fyri at hava fangað Leika-Mafiuna. Samstundis kemur Blikur aftur til Føroyar við øllum leikunum.
Fyri at myndirnar skulu verða so festligar sum gjørtligt, vil Trølla Omman hava so nógv fólk sum gjørligt oman á bryggjuna niðan fyri Skipafelagið Føroyar.
Tí bjóðar hon øllum børnunum í Tórshavn, og øllum teimum, sum hava hug at vera við í filminum, at koma oman á bryggjuna komandi mánadag kl. 13.00.
Børnini fáa fløgg og ballónir sum tey skulu veitra við, tá omman kemur stimandi inn eftir Havnarvág og tá trøllini og løgreglan koma uppá land.
Tað er altíð sera torført at siga neyvt hvussu leingi slíkar upptøkur taka, men Trølla Omman metir, at tað tekur umleið 1 tíma.
Tað verður bert filma um veðrið er til vildar. Lýst verður í Útvarpi Føroya og Rás2 á middegi mánadagin, um tiltakið verður av nøkrum ella ikki.
Trølla Omman vónar at so nógv sum gjørligt møta upp fyri at fáa ein festligan enda til nýggja filmin.
Trølla Omman takkar frammaundan !