Tríggjar útbúgvingar á sama stað

Tað fer at taka nøkur ár, áðrenn nýggi almanna- og heilsuskúlan á Tvøroyri er fult útbygdur. Tað verður hann ikki, fyrrenn nýggjur skúli er bygdur. Eftir ætlan verður tað um tvey, trý ár.

 

 

Tað hevur verið ein tungur burður at fáa ein almanna- og heilsuskúla settan á stovn í Føroyum. Tað eru nógv ár síðani, at ætlanin tók seg upp, men síðani er hann útsettur fleiri ferðir.

Men nú hann hann so komin undir land og sum nakað nýtt, er hann ikki lagdur í miðstaðarøkinum, men í einum útjaðara, nevniliga í Suðuroynni.

Og nú eru fyrireikingarnar komnar so langt, at teir fyrstu næmingarnir verða tiknir inn beint eftir summarfrítíðina.

Leiðarin á skúlanum er komin nokk so langt at leggja sjálvar útbúgvingarnar til rættis. Hon sigur, at hon hevur samband við tveir líknandi skúlar í Danmark og hon sigur, at ætlanin er at taka tað besta av báðum skúlunum og flætta tað saman til eina útbúgving her í Føroyum.


Tríggjar útbúgvingar

Tá ið skúlin er fult útbúgdur, verða tríggjar útbúgvingar á skúlanum.

Tann stytsta útbúgvingin er tað, tey nevna ?uppskúling? av heimahjálparum, sum tekur gott eitt hálvt ár. Hetta er ein útbúgving fyri tær, sum hava verið heimahjálpir eina tíð og sum sostatt hava drúgvar praktiskar royndir frammanundan. Tær skulu bara hava eina stutta útbúgving afturat, fyri at kunna kalla seg almanna- og heilsuhjálparar. Í hesi útbúgvingini eru 12 vikur skúlagongd og 16 vikur starvsvenjing. Av tí, at tær hava so drúgvar arbeiðsroyndir, er tað ikki neyðugt at vera so leingi í starvsvenjing. Annars skulu tey hava somu fak, sum tey hava, ið annars lesa til almanna- og heilsuhjálpara og próvtøkurnar eru tær somu.

Onnur útbúgvingin er útbúgvingin til almanna- og heilsuhjálpara, sum tekur eitt ár. Í teirri útbúgvingini eru 2/3 starvsvenjing og 1/3 skúlagongd. Triðja útbúgvingin er útbúgvingin til almanna- og heilsurøktara, sum so tekur eitt hálvtannað ár afturat, tvs. tvey og eitt hálvt ár tilsamans. Hetta eru m.a. fyri fólk, sum arbeiða á ellis- og røktarheimum.

Susanne Høgh Olesen, sum er leiðari á skúlanum, sigur, at teir fyrstu næmingarnar til útbúgvingina til almanna- og heilsuhjálpara, verða tiknir inn á skúlan í august mánaða, beint eftir summarfrítíðina.

? Nær ?uppskúlingin? av heimahjálpum byrjar, er ikki heilt greitt enn. Men í øllum førum byrjar ein flokkur í ár.

Leiðarin sigur, at tað ræður um at leggja útbúgvingina væl til rættis, bæði hvat hølisviðurskiftunum á skúlanum viðvíkur , hvat lærarum viðvíkur og starvsvenjingarplássum viðvíkur.

? Tað er ikki pláss fyri tveimum flokkum á skúlanum ísenn. Og tað er neyvan heldur pláss fyri so nógvum næmingum í starvsvenjing ísenn.

? Ætlanin er tí at hava ein flokk á skúlanum ímeðan ein er í starvsvenjing og øvugt.

Hon heldur eisini at tað er skeivt at byrja uppá eftirútbúgvingina beint fyri summarfrítíðina, tí hesa tíðina er frammanundan brúk fyri nógvum avloysarum. So skal ein heilur flokkur av heimahjálparum til ?uppskúling? afturat, fer tað at virka óneyðuga ørkymlandi á brúkaran at taðskal vera so nógv nýtt fólk. Tí er betri at bíða til summarfrítíðin er av.

Nær útbúgvingin til almanna- og heilsurøktara,byrjar, er ikki heilt greitt enn.

? Í øllum førum má nýggjur skúli byggjast fyrst og tað verður um eini tvey, trý ár, soleiðis sum ætlanir nú eru. Og eg dugi ikki at síggja, at tað ber til at fara undir tað úbúgvingina, fyrrenn tann nýggi skúlin er liðugur.

Annars er tað ætlanin, at næmingarnir skulu í starvsvenjing hjá heimarøktini og á eldrasambýlum og á eldrastovnum kring alt landið.


Venda sær til skúlan

Susanne Høgh Olesen sigur, at nýggi almanna- og heilsuskúlin er uppi í samskipaðu innskrivingina, sum er til skúlarnar eftir framhaldsdeildina.

Undirvísingar- og mentamálastýrið sendir innskrivingarheftini til skúlarnar fyrst í februar. Tá kunnu tey, sum hava søkja á almanna- og heilsuskúlan, venda sær skúlan at fáa umsóknarbløð. Skúlin hevur telefon nummar 37 28 55

Hon sigur, at miðjað verður eftir at hava 20 næmingar í hvørjum flokki.

Treytin fyri at sleppa á útbúgvingina sum almanna og heilsuhjálpari, er níggju ára skúlagongd, umframt eitt árs royndir aðrastaðni frá. Hetta eina árið kann verða 10. flokkur, onnur skúlagongd, ella arbeiðsroyndir. Tó kann skúlin í ávísum førum gera undantøk frá hesum krøvum.

Tey, sum ganga á skúlan, fáa lestrarstuðul.

Umsóknarfreistin til nýggju útbúgvingina til almanna- og heilsuhjálpara er úti 15. mars.

Til ?uppskúlingina? av heimahálparum, skulu umsóknir ikki sendast, tí hetta er ein ?uppskúling?, sum verða samskipað av heimarøktini.



.