Pól Jensen koyrir nógv og dámar væl stórar bilar. Seinasti Kia Carnical, sum hann júst nú hevur skift út, hevði koyrt 195.000 km upp á tvey ár og tríggjar mánaðir.
Pól sigur, at Kia Carnival er væl egnaður sum hýruvognur. Hann er ein 7-persónabilur, sum er góðkendur til 6 ferðandi. Dargihurðar eru á báðum síðunum, og lætt er at koma inn og út hjá teimum ferðandi. Bilurin kostar 325.800 krónur.
Motorurin er ein 2,9 litur turbodiesel við 144 hk. Bilurin er toppmodellið, EX, við t.d. tokulyktum, krom-hurðahandtøkum, automat girum, el-stilling av førarasetrinum, aircondition, regnsensor, leður ratt og girknøtt, borð millum setrini framman og flúgvaraborð við setrini á mittastu rekkju. El-síðuspeglini kunnu leggjast inn móti bilinum við el-megi .
Kia Carnival kom fyrstu ferð á marknaðin í 1999, og í Danmark er hann mest seldi stóri MPV, ið er skrásettur sum privatbilur.