Tríggir dystir í triðja umfari av Vodafone-deildini verða spældir í dag.
Í Gundadali kann B36 vinna seg aftur á oddasessin í deildini, tá teir taka ímóti KÍ, sum higar til hevur tveir javnleikir at vísa á.
Á Argjum verður sannur botngysari, tá stigaleysu AB og ÍF bresta saman, og við Margáir tekur EB/Streymur ímóti B68.