Tann 1. februar í 1978 skrivar Sosialurin um forkunnugt bókakvøld, sum Rithøvundafelagið hevur skipað fyri í Hoyvík. Endamálið var at savna pengar til Rithøvundafelagið.
Okkurt um 250 fólk vóru til tiltakið, sum varð hildið í nýggja skúlanum í Hoyvík.
? Kvøldið eydnaðist sera væl. Inn komu 7.200 krónur, og tá útreiðslurnar eru goldnar vera umleið 5.500 krónur eftir, sigur Karsten Hoydal, formaður Rithøvundafelagsins, við blaðið.
Kvøldið byrjaði við upplestri, síðani vórðu vístir tveir filmar, »Tríggir varðar« sum var um William Heinesen, Christian Matras og Heðin Brú,, og »Føroysk dansispøl«, sum Eyðun Andreassen hevði gjørt. Kvøldið endaði við so við burturlutuing av bókapakkum og upphoðssølu.
Sagt verður eisini , at Rithøvundafelagið, sum nú hevði um 60 limir, ætlaði at halda fram við slíkum tiltøkum..