Tey hava seinastu vikurnar staðið royndir í ymiskum serøkjum innan kaving, náttarkaving, djúpdarkaving, navigatiónskaving, leitan & heintan og kaving á ymiskum dýpdum.
Undirvíst hevur verið bæði í teori og praktiskari kaving. Tey sum fingu prógv eru: Hans í Gerðinum, Vestmanna, Jóna Astrid Lambastein, Fuglafjørður, og Oddur H. Lamhauge, Saltangará. Instruktørur var Janus Joensen, Klaksvík.