Ein 21 ára gomul amerikansk kvinna var neyðtikin í seks tímar í einum lítlum minibussi, meðan vinmaður hennara var noyddur at hyggja at.
Brasilianskt politi hevur handtikið allar tríggjar illtonktu í málinum um 21 ára gomlu ferðakvinnuna, sum bleiv neyðtikin í seks tímar í einum bussi í Rio de Janeiro, meðan vinmaður hennara varð lagdur í hondjørn og sligin við einum røri.
Skelkandi álopið vardi í seks tímar ogbyrjaði, tá amerikanska kvinnan og franski vinmaður hennara leygarkvøldið fóru upp í ein minibuss í ferðamannaumráðnnum við Copacabana.
Teir tríggir menninir, ið eru ávikavist 20, 21 og 22 ára gamlir, stjólu minibussin og noyddu øll onnur enn amerikansku kvinnuna og franska mannin úr bussinum.
Franskmaðurin varð lagdur í hondjørn og bukaður, meðan hann mátti hyggja at, meðan unnustan varð neyðtikin skiftivís av teimum trimum monnunum.
Síðani varð parið tveitt úr bussinum í býnum Itaborai, eftir at hava verið noydd at taka pening úr við visakortinum og at gjalda fyri bensin til bussin.
Myndugleikarnir hava sett allar kreftir inn upp á at uppklára málið, sum hevur sett nýtt fokus á kriminalitetin í brasilianska stórbýnum undan HM í fótbólti í 2014 og OL í 2016.
Málið í Brasilia vekir samstundis minnir um India, har fleiri neyðtøkusakir hava sett fokus á tann nógva kynsliga yvirgangin, sum gentur og kvinnur útsetast fyri í landinum.
Ein 39 ára gomul sveisisk varð útsertt fyri hópneyðtøku í indiska deilstatinum, Madhya Pradesh í mars. Seks mans eru vorðnir ákærdir í tí málinum, skriva danskar heimasíður.










