Tríggir føroyingar við heiðursmerkjum

Fyriskipararnir av oyggjaleikunum á Rhodos hava heitt á almennu føroysku umboðini um at handa heiðursmerki á Oyggjaleikunum. Týskvøldið skal Jóannes Eidesgaard, løgmaður handa heiðursmerkini í 200 metra frísvimjing hjá monnum. Mikudagin fer Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, at handa heiðursmerki í 400 metra frísvimjing hjá kvinnum. Og hósdagin skal Jógvan á Lakjundi handa heiðursmerkini í einstaklingakappingini í compound hjá kvinnum.