Trý fólk eru send á Landssjúkrahúsið eftir samanstoytin í Kaldbaksbotni.
Talan var um ein samanstoyt millum ein lastbil og ein persónbil. Báðir bilførararnir, umframt ein annar, sum sat í persónbilinum, eru fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar, men fyribils metingarnar hjá løgregluni eru, at talan ikki er um álvarsligan skaða hjá nøkrum.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at lastbilurin hevði stoytt upp í afturpartin á bilinum.
Vegurin er ruddaður og ferðslan kann nú koyra ótarnað aftur.