Trýdupult í ringunum

Føroyar vunnu øll heiðursmerkini í ringunum

 

Gullregnið yvir føroysku fimleikararnar heldur fram, og beint fyri døgurða var tað veruleiki, at føroyingar tóku øll heiðursmerkini ringunum.


Helgi Winther Olsen vann gull, Magni Jacobsen vann silvur og Høgni Andersen vann bronsu.