Í nógv ár hevur hann serliga tikið sær av edv-skipanini hjá Tryggingarfelagnum..
Georg, sum er 48 ára gamalur, er tvørámaður, sonur Mariu (Miu) og Torvald á Tvøroyri. Mamman doyði fyri nøkrum árum síðan, men pápin livir.
Hann er elstur av trimum brøðrum.
Georg er giftur Káru, sum er ættað úr Vestmanna. Tey eiga børnini, Guðrun (17), Hemming (14) og Tórhallu (7).
Kára rekur kantinuna á Maskinmeistaraskúlanum í Havn.
Tá ið Georg hevði verið í starvi hjá Tryggingarfelag Føroya í 25 ár, gjørdi stovnurin nógv burtur úr hesum degi, og nú árini eru tríati í tali, ynskti felagið eisini at heiðra manninum við blómum og gávum á stóra degnum.
Georg er ikki maðurin við teimum stóru orðunum; hann ger í so máta lítið burtur úr sær sjálvum, men er ógvuliga blíður og fyrikomandi, bæði heima og úti.
Hann er væl lýddur av sínum starvsfeløgum, familju, vinum og kenningum.
Georg V. Thorsteinsson er dugnaligur í sínum starvi, og millum fólk er hann í stuttum tað, sum vit av røttum kunnu rópa eitt rættiligt "stás".
-v.