Ùtoyggjafelagið gevur blað út

Seinast í februar kemur nýggja blaðið Glóðin út

Ùtoyggjar
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík: Ì løtuni situr nevndin í Ùtoyggjafelagnum og leggur síðstu hond á eitt blað, ið eftir ætlan skal koma út seinast í februar mánaða.
Blaðið skal bera heitið Glóðin, og kemur at innihalda kunning um viðurskiftini á teim føroysku útoyggjunum, tíðindi, søgur av ymsum slag og eisini okkurt søguligt tilfar.
Ùtoyggjafelagið varð sett á stovn tann 13. desembur í 2001, og er endamálið at betra viðurskiftini á útoyggjunum, samstundis sum útoyggjarnar eisini skulu mennast soleiðis, at tær kunnu standa á jøvnum føti við onnur pláss í Føroyum.
? Vit vilja hava fokus sett á útoyggjarnar í Føroyum, og vónandi kann blaðið hjálpa okkum við hesum, sigur Olga Biskupstø, nevndarlimur í Ùtoyggjafelagnum.
Blaðið Glóðin verður fíggjað við stuðli frá fyritøkum, sum lýsa í blaðnum, og skal eftir ætlan koma út fýra ferðir um árið.
Fyrsta eintakið av blaðnum verður borið út til hvørt húsarhald á øllum útoyggjum í Føroyum, meðan tey komandi bløðini verða send til limirnar hjá felagnum.
Harafturat verða bløðini eisini at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.