Totti álvarsliga skaddur

AS Roma hevur hetta kappingarárið verið sera tengt at Francesco Totti, og tað kom tískil sum ein dyggur smeitur, tá ið miðvallarin í gjár gjørdist álvarsliga skaddur undir Seriu A dystinum móti Livorno. Totti mátti berast av vølli stutt fyri hálvleik, og fyrstu boðini um skaðan vilja vera við, at krossbandið er slitið. Er hetta veruleiki, má Roma vera Totti fyri uttan komandi hálva árið.

Sleppur Totti undan at leggjast undir skurð, vantar ein 6-7 vikur steðgur honum.

 

31 ára gamli Francesco Totti, sum er í holt við sítt 15. kappingarár fyri høvuðsstaðarfelagið, hevur í ár skorað 14 mál fyri Roma. Álvarsligi skaðin kemur júst undir endaspurtinum í kapprenningini um meistaraheitið, har Inter á fyrsta plássi er trý stig frammanfyri Roma, nú bara fýra umfør eru eftir at leika.