Tottenham keypir brasilskan landsliðsspælara

Premier League: Antonio Conte er í holt við at byggja Tottenham upp á nýggjum

Kendi ítróttarskrivarin, Fabrizio Romano, skrivar at Tottenham er á gáttini til at kunngera Richarlison sum nýggjan spælara í felagnum. Hann kostar 430 milliónir krónur í fyrstu atløgu, men prísurin kann fara upp á 520 milliónir krónur.

 

Brasilski landsliðsspælarin var ein av høvðusorsøkunum til, at Everton bjargaði sær lívinum í Premier League, eftir ringasta kappingarárið síðani eina ferð í 90 unum. Richarlison kom til Everton í 2018 og hevur skorað 53 mál í 152 dystum fyri bláa liðið úr Liverpool.

 

Tað vakti ans, tá Tottenham setti Antonio Conte sum venjara fyri einum ári síðani. Italski venjarin er tiltikin fyri at verða ágrýtin innkeyprin, og tolið er stutt, um tað ikki verður fylgt upp. Leiðslan hjá Tottenham hevur hinvegin útmerkað seg í at keypa bíligt, og selja dýrt. Hetta fyri millum annað at fíggja nýggja glæsiliga leikvøllin.

 

Undan farna kappingarári boðaði stóra stjørna á liðnum, Harry Kane, frá at hann vildi úr felagnum. Nú eru nýggjar tíðir og við Antonio Conte er glið komið á innkeypini. Felagið hevur keypt Ivan Perisic, Fraser Forster og Yves Bissouma í summar, og nú legst Richarlison afturat.