Hagstovan boðar í dag frá, at útflutningurin fyrra hálvár í ár er vaksin 230 milliónir krónur ella 8% samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Tølini vísa, at tað er útflutt meiri av uppsjóvarfiski í ár. Talan er um tvífalding av virðinum, meðan nøgdin er helvtina størri enn í fjør. Við øðrum orðum hevur prísurin higartil verið hægri enn í fjør.
- Útflutningurin av botnfiski er eisini vaksin nógv í virði, meðan nøgdirnar eru minkaðar nakað. Her er tað útflutta virðið av toskinum, sum er vaksið nógv í ár. Nøgdin av toski er áleið tann sama, skrivar Hagstovan.
Hagstovan boðar eisini frá, at fyri fyrstu ferð í langa tíð er útflutningurin av alifiski ikki vaksin. Trý túsund færri tons eru útflutt, og svarar tað til góðar 100 mio. Tað er ein minking á uml. 10%.
- Hóast hesa minking er alifiskurin framvegis ein sera stórur partur av útflutninginum, og hesar fyrstu 6 mánaðirnar er laksur 43% av samlaða útflutninginum av fiskavørum. Fyrra hálvár í fjør var laksurin 50%, skrivar Hagstovan.