Toskurin er við at koma fyri seg aftur

Magnus Heinason er júst liðugur við vár-yvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har hundrað hál upp á ein tíma verða tikin um árið. Sum kunnugt hevur tað verið eitt met-langt tíðarskeið við óvanliga lítlari nøgd av toski og hýsu síðan 2006.

 

Men nú sær út til at vend er komin í. Nøgdin av toski og hýsu í yvirlitstrolingini bendir á, at støðan byrjar at líkjast tí, sum fyrr var vanligt. Eisini var nógv at fáa av hvítingi, reyðsprøku og svartkjafti, skrivar Havstovan.

 

 Nøgdin av upsa, gulllaksi, tungu, longu, hvítingsbróðri og havtasku var sum eitt miðalár, meðan lítið varð fingið av brosmu og kongafiski. Magakanningarnar vístu, at tað var sera nógv til av nebbasild, skrivar Havstovan.