Toskur og hýsa illa fyri

Yvirlitstrolingarnar, sum Havstovan í vár hevur gjørt á Landgrunninum við Magnusi Heinason, eru nú lidnar, og fyribils úrslitini staðfesta, at stovnarnir av toski og hýsu eru illa fyri, og at upsastovnurin er í hampuligum standi. Hinvegin staðfestir Havstovan eisini, at tilgongdin av hýsu tykist batnandi.

– Gongdin á Landgrunninum seinnu árini hevur verið eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, ið sigur, at tey høvdu væntað meira fisk, nú góður gróður annars hevur verið í sjónum.

Yvirlitstrolingarnar eru kanningar, sum hava verið gjørdar á hvørjum ári síðan 1982, og er høvuðsendamálið at fáa eina mynd av, hvussu støðan er í teimum ymsu stovnunum – serliga av toski, hýsu og upsa.

Hoyr samrøðu við Petur Steingrund við at trýsta á pílin undir myndini.