Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 31,2 tons av fiski fyri stívliga 581.000 krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís á 18,82 krónur fyri kilo.
Tað var næstan bara toskur á marknaðinum í morgun, harav mest var av toski 3, stívliga 16 tons tilsamans. Miðalprísurin fyri tosk 3 var 20,04 krónur fyri kilo.
Næst størsta nøgdin var toskur 2, sløk seks tons tilsamans, og her var miðalprísurin 20,46. Stívliga 4,6 tons var av toski 4, sum fekk miðalprísin 17,33 krónur fyri kilo.
Bert smávegis nøgdir vóru av øðrum fiskasløgum, eitt sløð av hýsu, longu og upsa, umframt eitt tons av toskarognum, sum fór fyri fýra krónur í miðal fyri kilo.










