Tórshavnar kommuna letur 250.000 krónur til grønar verkætlanir

Tórshavnar kommuna letur aftur í ár 250.000 kr. í umhvørvisstuðli til verkætlanir, sum vísa umsorgan fyri náttúru og umhvørvinum í kommununi.

Undanfarin ár hevur eitt ávíst evni verið valt til Umhvørvisvikuna, og sum meginregla hava umsóknirnar um Umhvørvisstuðul skulað hildið seg innan valda evnið á umhvørvisvikuni.

 

Í ár verður eitt sindur øðrvísi, tí onki ávíst evni er valt til umhvørvisvikuna. Høvuðsyvirskriftin fyri umhvørvisvikuna í 2026 er: “Saman um grønu framtíðina”, sum eisini er yvirskriftin á nýggja umhvørvispolitikkinum hjá kommununi. Tað verður tí lagt upp til, at umsóknirnar um Umhvørvisstuðul í 2026 kunnu fevna sera breitt.

 

Tað er tó umráðandi, at umsóknirnar leggja seg uppat einum ella fleiri av heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning, og at tær liggja innan fyri endamálsorðingina fyri stuðul til umhvørvistiltøk.

 

##med2##

 

Á heimasíðuni hjá kommununi ber til at síggja, hvørjar verkætlanir hava fingið stuðul síðan 2004, og har ber eisini til at leita sær íblástur til nýggjar verkætlanir.

 

Øll, einstaklingar, feløg, virkir og stovnar kunnu søkja um Umhvørvisstuðul. Treytin er, at umsøkjarin annaðhvørt býr í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin kemur umhvørvinum í Tórshavnar kommunu til góðar.

 

Stuðulin verður latin í sambandi við Umhvørvisvikuna, sum í ár verður hildin 2. til 9. mai 2026. Freistin at søkja um Umhvørvisstuðul er 31. mars 2026.

 

Les meira um hvussu tú søkir um Umhvørvisstuðul