Karol Nawrocki umboðar høgrasinnaða nationalistiska flokkin, Lóg og Rættvísi (PiS), og sum forseti er hann eisini leiðari fyri pólsku verjuni

Póllandi tørvar síni egnu kjarnorkuvápn

- Tá Pólland hevur mark til annað land, sum er í vápaðum kríggi, eigur landsins trygd at betrast við kjarnorkuvápnum, heldur pólski forsetin, Karol Nawrocki

 

Karol Nawrocki umboðar høgrasinnaða nationalistiska flokkin, Lóg og Rættvísi (PiS), og sum forseti er hann eisini leiðari fyri pólsku verjuni

Forsetin í Póllandi, Karol Nawrocki, sigur, at russiska hóttanin ger, at Póllandi tørvar síni egnu kjarnorkuvápn.

- Vegurin til okkara egnu kjarnorkuvápnagoymslur - við allari virðing fyri altjóða reglum - er vegurin, sum vit eiga at ganga.

 

Soleiðis segði forsetin í einari samrøðu sunnukvøldið við pólsku tíðindarásina, Polsatnews.

 

Karol Nawrocki umboðar høgrasinnaða nationalistiska flokkin, Lóg og Rættvísi (PiS), og sum forseti er hann eisini leiðari fyri pólsku verjuni.

 

Pólland hevur mark til russiska, Kaliningrad, og er ein av nærmastu sameindu hjá Ukraina í stríðnum móti russisku innrásini og hersetingini.

 

Forsetin heldur, at tá landið hevur mark til annað land, sum er í vápaðum kríggi, eigur landsins trygd at betrast við kjarnorkuvápnum.

 

Hann segði tó einki um, nær hann kundi hugsað sær, at Pólland fær sína egnu kjarnorku.

 

Spurdur, um hann stúrir fyri russiska aftursvarinum til hansara ynskir um kjarnorkuvápn, svaraði hann:

 

- Russland kann svara aggressivt upp á hvat sum helst.

 

Verjumálaráðharrin í Póllandi, Władysław Kosiniak-Kamysz, hevði eina meira hóvliga viðmerking til útsagnirnar hjá forsetanum og segði, at kjarnorkuvápn er tað mest viðkvæma av øllum viðkvæmum evnum.

 

Forsetin í Póllandi, Karol Nawrocki, fer í spurninginum um kjarnorkuvápn eitt fet longur enn hansara undanmaður, Andrzej Duda, sum í 2024 segði, at Pólland er til reiðar at taka ímóti kjarnorkuvápnum á pólskari jørð um Nato.

 

Leggjast kann aftrat, at Pólland er eitt av limalondunum í verjusamgonguni, Nato.

 

 

 

Karol Nawrocki umboðar høgrasinnaða nationalistiska flokkin, Lóg og Rættvísi (PiS), og sum forseti er hann eisini leiðari fyri pólsku verjuni