Bilsýnsmaður í Danmark læt seg mutra

Í minsta lagi 70 bileigarar úr øllum Danmark hava fingið akførini góðkend - uttan yvirhøvur at hava rullað inn í sýnshøllina

Ein bilsýnsmaður úr Norðursælandi er ákærdur fyri at hava góðkent bilar afturfyri mutur, og nú koyra mál ímóti 70 bileigarum um alt Danmark.

 

Løgreglan í Norðursælandi sigur, at talan í minsta lagi er um 70 mál, har sýnsmaðurin hevur tikið ímóti mutri.

 

Málið merkir, sigur løgreglan, at bileigarar úr øllum landinum hava fingið akførini góðkend - uttan yvirhøvur at hava rullað inn í sýnshøllina.

 

Ákærin, Robert Hansen, sigur, at bilsýnsmaðurin, sum er ákærdur, helst fer at viðganga seg sekan á komandi rættarfundi.

 

Men, málið røkkur longur enn til sjálvand sýnsmannin. Tað røkkur eisini út til teirra, sum hava murtrað sýnsmannin og hava fingið hann at góðkenna akførini.

Higartil eru fýra bileigarar ákærdir fyri at hava goldið sýnsmanninum 4.200 krónur í part fyri at sleppa undan lógarskyldugum bilsýni. 

 

Málini móti bileigarunum snúgva seg um at hava mutrað almennan myndugleika. Akførini vórðu ongantíð kannað fysiskt, men fingu kortini stempul uttan viðmerkingar.

 

- Kanningararbeiðið hjá løgregluni hevur ført til, at fleiri mál eru reist móti bileigarum, sum hava mutrað bilsýnsmannin, sum sjálvur eisini er ákærdur, veit Ritzau at siga.