Við ársbyrjan 2026 vóru 19.886 húski í Føroyum. Tað er 283 fleiri enn fyri einum ári síðani og 2.825 fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Í sama tíggju ára tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við 5.884 fólkum.
Í góðum fjórða hvørjum húski - í tali 5.472 húski - býr ein vaksin. Hetta er størsti húskisbólkur. Av teimum 2.825 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu tíggju árini, er um helvtin av teimum støk húski. Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er húskisbólkurin tvey vaksin uttan børn. Við ársbyrjan vóru tey góð 5.000 í tali, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskjunum. Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum. Í knappliga tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn. Í miðal eru beint undir trý fólk í hvørjum húski, og er tað nakað tað sama, sum fyri tíggju árum síðani.
Lutfalsliga er tað húskisbólkurin ein vaksin uttan børn, sum er vaksin mest seinastu tíggju árini við einum vøkstri á 35 prosentum.
Stutt um húskini
Húski eru persónar sum hava sama skrásettan bústað í landsfólkaskránni. Húskini verða gjørd upp fyrst í mánaðinum. Talan er um fulla populatión. Talið á persónum í húskjunum er tað sama, sum fólkatalið í Føroyum. Vaksin eru persónar 18 ár og eldri.
Grafar o.a. síggjast við at trýsta her











