Tórshavnar Havn keypt bygning fyri 12 milliónir

Keypið av skrivstovubygninginum hjá Faroe Ship á Eystaru Bryggju er nú avgreitt

Tórshavnar Havn hevur keypt gamla bygningin hjá Skipafelagnum á Eystaru Bryggju í Havn. Prísuin var 12 milliónir krónur. Yvirtøkan var 15. oktober í fjør.

Tað verður upplýst í skránni fyri býráðsfundin í Havn í dag, har býráðið skal skl taka støðu til tinglýsingarútreiðslur í sambandi við keypið upp á 121.000 krónur.

Tríggjar tær niðastu hæddirnar í bygninginum leigar GlobeTracker, stendur í tilfarinum til býráðsfundin hjá Tórshavnar býráð í dag.

Faroe Ship, sum Skipafelagið Føroyar nú kallast, hevur bygt skrivstovubygning upp í pakkhúsið úti á Skansabryggjuni.