Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen í starvið sum nýggjur stjóri fyri Almannaverkið.
Hjørdis S. Mortensen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur harafturat eina samfelagsliga bachelorútbúgving frá lærda háskúlanum í Bergen.
Hjørdis hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, harav fleiri ár sum leiðari. Seinasta árið hevur hon verið stjóri fyri trivnaðardepilin.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at gjøgnumføra bygnaðarbroytingarnar, sum longu eru settar út í kortið, og sum í stóran mun snúgva seg um at sameina trivnaðardepilin og viðskiftadepilin.
Hjørdis S. Mortensen tekur við starvinum 1. juni 2025.