Torres umhugsar framtíðina í Liverpool

- Eg trúgvi framvegis at vit blíva nummar fýra, men tað er ikki tað, ið er umráðandi . Tað, sum er umráðandi er, at felagið ger ein innsats at fáa góðar spælarar, ið kunnu styrkja hópin, sigur Torres við spanska blaðið AS.

 

Fernando Torres hevur sáttmála við Liverpool tey komandi trý kappingarárini. Tað hevur fyrr verið frammi, at serliga Manchester City eru áhugaðir í at keypa spanska áleyparin.

 

- Uttan styrk koma vit at kempa um fjórða plássi aftur komandi ár. Vit hava brúk fyri fýra ella fimm góðum spælarum, sum eru betri enn teir vit hava her, um vit skulu verða millum tey bestu. Eg vil kempa um gullið í Premier League og Champions League ella Europa League, sigur Torres.

 

Hann leggur aftrat, at hann er glaður fyri at verða í Liverpool og at hann skyldar felagum nógv.

 

- Viðhaldsfólkini eru fantastisk, men eg fari at umhugsa framtíðina .Eg vóni bara at hon verður í Liverpool, sigur Torres at enda.

 

Liverpool, sum liggur nummar seks, tekur mánakøvldið ímóti Portsmouth í Premier League.