Torres opin fyri Chelsea

Tað ganga altíð nógvar søgur, serliga meðan søluvindeygað er opið, um leikarar, sum skulu higar ella hagar, men tað kemur sjáldan fyri, at seriøsir miðlar sum BBC og Sky Sports renna við hálvum vindi.

 

Sky Sports skrivar, at The Blues í longri tíð hava havt stóra virðing fyri Torres, og nú er so komið fram, at Chelsea, hevur givið eitt boð upp á spanska áleyparan, sum skuldi liggja millum 35 og 40 milliónir pund.

 

Hetta boðið varð tó beinanvegin afturvíst við boðunum um, at leikarin ikki er til sølu. Men sambært Sky Sports kemur Chelsea við einum nýggjum og øktum boði áðrenn søluvindeygað letur aftur klokkan 23 mánadagin.

 

Og spanski serfrøðingurin hjá Sky Sports, Guillem Belague, sigur seg hava skilt, at Torres hevur biðið Liverpool lurta eftir tilboðnum. Roknað verður við, at Fernando Torres vil hava eina nýggja avbjóðiing við Premier League meistarunum eftir trý og eitt hálvt ár í Liverpool.

 

Liverpool hevur havt nøkrur vánalig kappingarár, og hildið verður, at Torres vil sleppa til eitt felag, sum kappast um steyp á hvørjum ári.

 

Men hetta er tó upp til Liverpool eftirsum Belague pástendur, at tann 50 millióna pund klausulin í sáttmálanum, sum skrivað hevur verið um, ikki er til.

 

26 ára gamli Torres hevur ikki spælt upp til sítt besta í longri tíð, men er kortini blomstraður upp undir Dalglish. Chelsea hinvegin vil fegin para Torres saman við Drogba í einum øgiligum dreymaálopi, og Torres vónar eftir øllum at døma, at feløgini byrja samráðingarnar, skrivar Sky Sports.