Fimm mál, tvey reyð kort, ivasamt mál og hópin av dramatikki. Tað var hvat áskoðararnir á Stamford Bridge fingu fyri pengarnar í dag. Manchester United vann 3-2 á Chelsea
Tað var dramatikkur frá fyrsta bríksl. Fyrsta málið kom longu aftaná fýra minuttir, tá Robin van Persie smekkaði bóltin á stongina og í beini á einum hjálparleysum David Luiz, sum endaði við at gera sjálvmál.
Átta minuttir seinni økti Robin van Persie so, tá hann var fyrstur á flatt innlegg frá Antonio Valencia. Síðani tók Chelsea yvir og ein minutt fyri hálvleik minkaði Juan Mata um munin við beinleiðis frísparki. Stutt inn í seinna hálvleiki javnaði Ramiers tá hann var hægstur eftir innlegg.
Í 63. minutti fekk Branislav Ivanovic beinleiðis reytt kort, fyri at fella ein púra leysan Ashley Young. Bara fimm minuttir seinni fekk Fernando Torres sítt seinna gula kort fyri film. Viðmerkjarnir á donsku Kanal 6 mettu tó, at talan var um eina harða revsing, tí verjuleikarin tykist raka Fernando Torres, sum tó dettur ov lætt.
Við tveimum monnum í yvirtal setti Manchester United seg á dystin. Eitt korter fyri tíð kom so avgerandi málið, tá innskifti Javier Hernandez tætt undir málinum prikaði bóltin tað seinasta pettið tvørtur um málstrikuna. Sjónvarpsmyndirnar vísa, at Javier Hernandez var rangstaddur, tá hann skoraði.
Sum heild var talan um ein dramatiskan og ferðmiklan dyst við nógvum málmøguleikum. Í Chelsea kenna tey seg óiva illa viðfarin av dómaranum, meðan Manchester United við sigrinum hevur minkað um munin til oddasessin niður í eitt stig.
Premier League:
Chelsea Manchester United 2-3
Everton Liverpool 2-2
Newcastle West Bromwich 2-1
Southampton Tottenham 1-2